Sea Shepherd meldað føroyskar bátaeigarar

Sea Shepherd meldað føroyskar bátaeigarar
Sea Shepherd hevur meldað fleiri bátaeigarar í sambandi við miseydnaða grindadrápið í Leynum fyri góðari viku síðani.
 
29.06.2022 - 08:49

Fyri góðari viku síðani vóru grindaboð. Talan var um eina lítla grind, og roynt var at halda hana til á Leynasandi. Hetta eydnaðist ikki, og tí varð avgjørt at lata grindina sleppa. 

Nú hevur Sea Shepherd meldað fleiri bátaeigarar í sambandi við miseydnaða grindadrápið.

Felagsskapurin hevur upptøkur, sum vísa, at bátaeigarar sigla tvørtur ígjøgnum grindina fleiri ferðir. 

Tað ber ikki til at siga frá myndunum, um bátarnir raka hvalirnar, men tað er ikki óvanligt, at grindahvalir hava arr eftir skrúvu frá báti.

Michael Boolsen, fúti, váttar, at fleiri bátar eru meldaðir, og at løgreglan nú fer undir vanligu mannagongdina at kanna uppáhaldið.

Michael Boolsen vil ikki siga, hvat bátarnir eru meldaðir fyri, annað enn fyri at hava luttikið í miseydnaða drápinum. Tað tænir ongum endamáli, heldur fútin, fyrr enn staðfest er, um ákæra verður reist.  

Boðini koma frá Sea Shepherd Faroe Islands Campaign-vanganum á Facebook.

Sambært Sea Shepherd hevur umhvørvisverndarfelagsskapurin eyðmerkt bátarnar, sum luttóku í grindini, og sum sigldu ígjøgnum grindina.

Sambært Michael Boolsen, fúta, hevur umhvørvisverndarfelagsskapurin bara sent teimum myndir av bátunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652