Svøríki og Finnland formliga boðin við í NATO

Svøríki og Finnland formliga boðin við í NATO
Á tíðindafundi í Madrid boðaði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, frá, at Svøríki og Finnland formliga eru boðin við í verjusamgonguna
Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, á NATO-toppfundi í Madrid
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.06.2022 - 14:59

NATO hevur í dag formliga boðið Finnlandi og Svøríki at gerast partur av verjusamgonguni. Sostatt er upptøkan byrjað.

Tað segði aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Madrid, har toppfundurin er, fyri lítlari løtu síðani.

- NATO-leiðarar hava í dag tikið søguligu avgerðina at bjóða Finnlandi og Svøríki limaskap í NATO, sigur Jens Stoltenberg.

Avgerðin, um at bjóða londunum limaskap, kemur dagin eftir, at Turkaland gekk við til at strika sýtingarrætin móti londunum.

- Hetta er ein góð avtala fyri Turkaland. Hetta er ein góð avtala fyri Finnland og Svøríki. Og hetta er ein góð avtala fyri NATO, sigur Jens Stoltenberg.

Ongantíð áður er tað eydnast at innlima lond í NATO so skjótt, sum hesaferð. Tey bæði londini bóðu um limaskap í mai, og longu nú er fyrsta stigið tikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691