Farmaflogfar minkar um CO2-útlátið

Farmaflogfar minkar um CO2-útlátið
Eitt farmaflogfar hevði verið við til at minka um CO2-útlátið hjá fyritøkuni, sigur Regin Jacobsen, stjóri
 
30.06.2022 - 09:14

- Tað hevur tikið longri tíð enn væntað hjá Bakkafrosti at finna eitt flogfar at røkja farmaflutningin til amerikanska marknaðin.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum í longri tíð hevur havt ætlanir um at flúgva feskan laks beinleiðis úr Føroyum á amerikanska marknaðin. Og ætlanin er ikki broytt.

Fyri eini viku síðani endurgav Dimmalætting grein úr The Guardian.

Blake Lee-Harwood frá Sustainable Fisheries Partnership, ið ráðgevur stórar handilsketur um veðurlags- og umhvørvisvinaligan innkeypspolitikk, heldur, at feløg eiga at fara eftir lægsta møguleikanum, tá tað kemur til CO2-útlát, heldur enn at hugsa um at stytta um flutningstíðina. 

- Vit halda, at fiskaídnaðurin eigur at ganga á odda á veðurlagsøkinum, sum merkir, at hugt verður burtur frá flogfarmi í framtíðini - í øllum førum fyri alilaks, sigur Blake Lee-Harwood, skrivaði dimma.fo

Men Regin Jacobsen sigur í dag við Kringvarpið, at Bakkafrost minkar um CO2-útlátið við at flúgva laksin beinleiðis úr Føroyum, og hann kennir einki til, at kundarnir í USA heldur vilja hava laks, ið verður sigldur til USA. 

Regin Jacobsen

Caption: 
Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrosti. Hann væntar, at eitt farmaflogfar fer at minka um CO2-útlátið hjá stóru alifyritøkuni.

Bakkafrost arbeiðir tí víðari við ætlanunum um at keypa eitt flogfar til endamálið. 

Ein annar laksaútflytari í Føroyum, Hiddenfjord, gavst hinvegin á heysti í 2020 við at flúgva feskan laks til USA, og allur útflutningurin fer nú skipi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802