Fuglakrím eisini staðfest hjá súluni

Fuglakrím eisini staðfest hjá súluni
Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannaði í mai og juni 20 fuglar. Fuglakrím var funnið hjá skúgvum, svartbakum og súlum.
Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan  
 
06.07.2022 - 10:54

Fuglakrím er nú staðfest hjá súlu í Føroyum. Sjúkan er eisini staðfest hjá øðrum fuglasløgum ymsastaðni í landinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannaði í mai og juni 20 fuglar, teir flestu eru skúgvar. Hinir fuglarnir eru súla, svartbakur, terna, havhestur, rita og dúgva.

Fuglakrím var funnið í níggju skúgvum, tveimum svartbakum og tveimum súlum. 

Fuglarnir vóru í Skúvoy, Suðuroynni, Vágoynni, Streymoynni og Eysturoynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584