Tveir ráðharrar hjá Boris Johnson lagt frá sær

Tveir ráðharrar hjá Boris Johnson lagt frá sær
Órógv er í bretsku stjórnini, og Boris Johnson, forsætisráðharri hevur tilnevnt tveir nýtggjar ráðharrar, eftir at tveir løgdu frá sær týskvøldið
 
06.07.2022 - 09:36

Órógv er í bretsku stjórnini, eftir at tveir ráðharrar týskvøldið løgdu frá sær. Boris Johnson hevur funnið nýggjar ráðharrar.

Nadhim Zahawi er tilnevndur sum fíggjarmálaráðharri, skrivar Reuters. Zahawi var útbúgvingarráðharri, og hann tekur við sum fíggjarmálaráðharri eftir Rishi Sunak, sum legði frá sær. Nýggjur ráðharri í útbúgvingarmálum er Michelle Donelane.

Eisini heilsumálaráðharrin, Sajid Javid, legði frá sær í gjár, og nýggjur heilsumálaráðharri er Steve Barclay.

Løgdu frá sær í protest

Báðir nú fyrrverandi ráðharrarnir løgdu frá sær fyri at mótmæla leiðsluna hjá Boris Johnson, forsætisráðharra.

Týskvøldið boðaði næsti maðurin hjá ríkisákæranum, Alex Chalk, frá, at hann eisini leggur frá sær, fyri at mótmæla Boris Johnson.

- Eg haldi, at tað er brúk fyri einum nýggjum leiðara, sigur Alex Chalk eftir avgerðina.

Sambært fleiri altjóða tíðindastovum kann tað, sum hendi í gjár, vera deyðadómurin hjá stjórnini hjá Boris Johnson, sum seinastu tíðina hevur verið fyri fleiri gølum.

Rishi Sinak, sum legði frá sær, hevur verið ósamdur við Boris Johnson í fleiri fíggjarviðurskiftum. Hann sigur bart út, at fólkið roknar við, at stjórnin virkar rætt og sannførandi í øllum viðurskiftum, og tað verður ikki gjørt, og tí leggi eg frá mær, skrivar Sinak.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851