Vanligar ferðatryggingar fevna um kreppuhjálp

Vanligar ferðatryggingar fevna um kreppuhjálp
Heilsumálaráðið kunnar um, at vanligar ferðatryggingar fevna um kreppuhjálp.
 
06.07.2022 - 09:33

Eftir skottilburðin í Fields er spurningur reistur um, hvussu fólk, ið hava verið á staðnum og møguliga eisini avvarðandi, kunnu fáa kreppuhjálp eftir tilburðin, har eisini fleiri føroyingar vóru hjástaddir.

Heilsumálaráðið kunnar um, at vanligar ferðatryggingar fevna um kreppuhjálp. Bæði Betri Trygging og Trygd veita kreppuhjálp til teirra, sum hava verið í samband við hendingina í Field’s og avvarðandi teirra. 

Tey, sum ikki hava ferðatrygging ella á annan hátt ikki eru fevnd av tryggingini hjá tryggingarfeløgunum, kunnu venda sær til Tilbúgvingarstovuna, ið kann veita teimum eitt tilboð um sálarliga fyrstuhjálp, skrivar hmr.fo. Tilbúgvarstovan hevur telefon 235 800.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585