44 fólk eru druknað í Føroyum síðani 2000

44 fólk eru druknað í Føroyum síðani 2000
Svimjisambandið fer nú at gera eitt átak, sum skal forða fyri druknivanlukkum í Føroyum í sambandi við altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin
 
20.07.2022 - 09:56

44 fólk eru druknað í Føroyum síðani 2000.

Higartil í ár er ein maður druknaður.

Tey 44, sum eru druknað, eru 41 dreingir ella menn, og tríggjar gentur ella kvinnur.

Tann elsti, sum druknaði, var 83 ár, og tann yngsti var tvey ár.

 

Fyribyrgja druknivanlukkur

Svimjisambandið hevur gjørt eitt fyribils talgilt kort, sum vísir, hvar druknivanlukkurnar vóru.

Svimjisambandið fer nú at gera eitt átak, sum skal forða fyri druknivanlukkum í Føroyum

Altjóða lívbjargingarfelagsskapurin, ILS, hevur ásett ein altjóða lívbjargingardag, sum verður 25. juli.

Tiltakið verður síðani hvørt ár í samstarvi vil ILS og WHO, sigur Svimjisambandið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672