Heitasti juli-dagur nakrantíð í Danmark

Heitasti juli-dagur nakrantíð í Danmark
Í gjár bleiv nýtt hitamet skrásett fyri ein juli-dag í Danmark, tá tað blivu máld 35,9 stig í Abed á Lollandi
Dagurin í gjár var heitasti juli-dagur nakrantíð í Danmark
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.07.2022 - 08:59

Dagurin í gjár gjørdist tann heitasti juli-dagurin í donsku veðursøguni, men ikki tann heitasti nakrantíð.

Í Abed á Lollandi vísti hitamátarin 35,9 stig, ið samstundis er heitasti dagurin í juli, so leingi veðurmátingar eru gjørdar.

Sostatt var dagurin í gjár eitt hálvt stig undir tí mesta, sum nakrantíð er mátað og skrásett í donsku veðursøguni.

DMI hevði annars boðað frá, at dagurin kundi fara at gerast hin heitasti nakrantíð, men so heitt bleiv tað kortini ikki í gjár.

Mesti hitin, nakrantíð skrásettur í Danmark, var í august 1975, tá ið 36,4 stig vórðu mátað í Holstebro í Miðjútlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584