Herjólfur fer at sigla við farmi fýra dagar um vikuna

Herjólfur fer at sigla við farmi fýra dagar um vikuna
Ferjan skal til Íslands í oktober, og verður har í 14 dagar
Ferjan skal til Íslands í oktober, og verður har í 14 dagar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.08.2022 - 14:42

Herjólfur III skal sigla við farmi fýra dagar um vikuna, tá hann siglir á suðuroyarleiðini saman við Smyrli.

Siglt verður ikki leygardagar, sunnudagar og mánadagar.

Ferjan skal til Íslands í oktober, og verður har í 14 dagar.

Annars hava Strandfaraskip landins leigað hann til september næsta ár.

Tá hann kemur aftur úr Íslandi, heldur hann fram við farmasiglingini á suðuroyarleiðini.

 

Fingið pengar

Strandferðslan hevur nú fingið pening, so Herjólfur III kann sigla alt samdøgrið, tá hann skal sigla fyri Smyril í 40 dagar.

Smyril fer í dokk í Danmark um tvær vikur, tann 19.august. 

Løgtingið játtaði í gjár 3,2 mió. kr. til olju og manning á ferjuni.

Ætlanin er, at Herjólfur III siglir 42 túrar um vikuna, tá hann skal sigla fyri Smyril. Hetta eru seks túrar fleiri enn upprunaliga ætlað.

Siglt verður við farmi um náttina.

Herjólfur III liggur framvegis við skipasmiðjuna hjá Mest á Skála, har hann verður gjørdur klárur til suðuroyarsiglingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584