Søkja nú eftir stjóra til nýggja Fólkaheilsustýrið

05.08.2022 - 08:44
AktueltPolitikkur
Søkja nú eftir stjóra til nýggja Fólkaheilsustýrið
Stjórin skal m.a. samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið
Nýggja Fólkaheilsustýrið verður stovnur undir Heilsumálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Søkt verður nú eftir stjóra at standa á odda fyri nýggja Fólkaheilsustýrinum, sum verður sett á stovn á nýggjárinum. 

Sambært lógini um Fólkaheilsustýrið, skal stovnurin gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuverkið.

- Ráðgeva myndugleikum og stovnum í heilsufakligum spurningum.

- Hava um hendi fólkaheilsuarbeiði, upplýsing, tiltøk innan fólkaheilsu sum heild, umsita og styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu.

- Umsita tær uppgávur, sum í dag liggja hjá Ílegusavninum

- Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti.

- Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu.

- Og umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum.

Nýggi stjórin fær sum uppgávu ábyrgdina at skipa og byggja upp nýggja stovnin, harundir at samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum.

Umsóknarfreistin er hósdagin 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. oktober
Morgunlestur leygardagur 1.oktober 2022
145511
Fríggjadag 30. september
Heðin á pall við Makrel um vikuskiftið
145605
Fríggjadag 30. september
Lesikrókurin: Fontamara
145576
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. september
3-2
145358
Sunnudag 25. september
Sangmøti í Ebenezer.
145276
Sunnudag 25. september
Andakt við Palla Petersen
145275
Mánadag 19. september
3-2
145026
Sunnudag 18. september
Andakt við Karinu Magnussen
144956