Hava stikað skriðuna inni

Hava stikað skriðuna inni
Ein skriða, sum leyp í Kalsoynni um aldarskiftið, er partur av verkætlan, sum Plantudeildin á Tjóðsavninum stendur fyri
Skriðan Uppi í Dalinum í Kalsoynni leyp aldarskiftið. Nú er hon stikað inni.
Mynd: Blankskálagarður á Facebook.  
 
08.08.2022 - 12:20

Skriðan Uppi í Dalinum í Kalsoynni, sum leyp um aldarskiftið, er nú stikað inni. 

Arbeiðið er partur av verkætlanini "Lendisbati," sum Plantudeildin á Tjóðsavninum stendur fyri.

Í stuttum er endamálið at endurbøta lendi og læra meira um náttúruna, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, sum er leiðari á Plantudeildini:

 

1542499

 

Kolbrún í Haraldsstovu er leiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum. 

 

Norðurlendska Ráðharrarráðið hevur játtað 800.000 krónur, og ein danskur grunnur hevur játtað 450.000 krónur til tvær verkætlanir, sum hava við lendisbata at gera, og hvussu náttúran hevði verið, um til dømis seyður ikki sleppur framat.  

Báðar verkætlanirnar eru í Kalsoynni.

Skriðan Uppi í Dalinum bleiv hegnað inni í síðstu viku, og Tjóðsavnið samstarvar millum annað við bóndan á Blankskálagarði, sum eigur lendið, og Miðnámsskúlan í Vestmanna um nýggju verkætlanina:

 

1542507

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691