Sjey vilja vera rektari á Glasi

Sjey vilja vera rektari á Glasi
Fýra kvinnur og tríggir menn hava søkt starvið
Glasir skal hava nýggjan rektara, og sjey umsóknir eru til starvið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2022 - 10:32

Sjey umsøkjarar eru til starvið sum rektari á Glasi, fýra kvinnur og tríggir menn.

Setanarbólkurin verður settur í dag.

Hann skal gera eitt tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum.

Rektarastarvið skal setast 1. oktober ella sambært avtalu við tann, sum fær starvið.

 

Una Joensen hevur verið virkandi rektari á Glasi síðani 1. juli.

 

Virkandi rektari

Rektarastarvið bleiv leyst, tá Steinbjørn Hardlei segði upp. Hann fekk starvið sum stjóri á privatkundadeildini hjá BankNordik. 

Steinbjørn Hardlei var rektari á Glasi í sløk trý ár.

1. juli tók Una Joensen við sum virkandi rektari á Glasi.

Seinast, rektarastarvið á Glasi var lýst leyst, tað var í 2019, vóru níggju umsóknir, fýra kvinnur og fimm menn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584