Valúrslitið í Svøríki ikki endaligt fyrr enn um nakrar dagar

Valúrslitið í Svøríki ikki endaligt fyrr enn um nakrar dagar
Tað stendur púra á jøvnum eftir valið í Svøríki. Andstøðuflokkarnir hava fingið 175 limir í ríkisdagin, og sitandi stjórn og hennara stuðulsflokkar hava fingið 174 tinglimir
Jimmie Åkesson, formaður fyri Svøríkisdemokratarnar, gjørdist heilt stóri vinnarin av svenska valinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.09.2022 - 07:05

Sviar mugu bíða í nakrar dagar eftir endaliga útslitinum av ríkisdagsvalinum í gjár.

Tað stendur í løtuni fullkomiliga á jøvnum, og einans 47.000 atkvøður eru á muni millum bláa og reyða vongin.

 


Magdalena Andersson, formaður fyri svenska javnaðarflokkinum og sitandi forsætisráðharri

 

Úrslitið higartil vísir, at andstøðuflokkarnir hava fingið 175 limir í ríkisdagin, og sitandi stjórnin hjá Magdalenu Andersson og hennara stuðulsflokkar hava fingið 174 ríkisdagslimir.


Ulf Kristersson, formaður fyri Moderatarna

 

Á borgarliga vonginum eru Moderatarna, Svøríkisdemokratarnmir, Kristindemokratarnir og Liberali flokkurin.

Á reyða vonginum eru Sosialdemokratarnir, Vinstriflokkurin, Umhvørvisflokkurin og Centerflokkurin.

 

Úrslitið sær í løtuni soleiðis út, tá 94 prosent av atkvøðunum eru taldar:

Flokkur Prosent Tingsessir
Socialdemokraterna (S) 30,5 % (+2,2) 108
Sverigedemokraterna (SD) 20,7 % (+3,1) 73
Moderaterna (M) 19,1 % (-0,7) 67
Centerpartiet (C) 6,7 % (-1,9) 24
Vänsterpartiet (V)  6,6 % (-1,4) 24
Kristdemokraterna (KD) 5,4 % (-0,9) 19
Miljöpartiet (MP) 5 % (+0,6) 18
Liberalerna (L) 4,6 % (-0,9) 16
Övriga 1,5 %  

Kelda: SVF

 

Reyði vongur: 174 tingsessir.

Blái vongur: 175 tingsessir.

 

 

47.000 atkvøður á muni

Tað eru bert 47.000 atkvøður á muni ímillum bláa og reyða vongin, og tað er minni enn eitt prosentstig av samlaðu atkvøðunum í Svøríki. Og tí er einki avgjørt, fyrr enn allar atkvøður eru taldar.

Hildið verður, at 200.000 brævatkvøður frá svium, sum búgva í øðrum londum, eru eftir at telja, og tað verður ikki gjørt fyrr enn mikudagin. Og ikki fyrr enn tá verður endaliga úrslitið greitt.

Sitandi forsætisráðharrin, Magdalena Anderson, veit tí ikki enn, um hon kann halda fram sum forsætisráðharri saman við stuðulsflokkunum.

Svenski javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkurin í svenskum politikki.


Svøríkisdemokratarnir stóri vinnarin

Størsti flokkurin á bláa vonginum er Svøríkisdemokratarnir, sum standa til at fáa 20,7 prosent av atkvøðunum, og flokkurin væntar sær stóra ávirkan á svenskan politikk.


Jimmie Åkesson, formaður fyri Svøríkisdemokratarnar, feirar góða valúrslitið

 

Higartil hevur eingin flokkur viljað samstarvað við Svøríkisdemokratarnar, tí har sigast at hava verið ov nógv víðgongd fólk uppií.

Men nú ber neyvan til at sleppa uttan um Svørísdemokratarnar, um talan verður um eina borgarliga samgongu.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652