Javnstøðunevndin: Landsstýrismaðurin breyt javnstøðulógina

Javnstøðunevndin: Landsstýrismaðurin breyt javnstøðulógina
Jenis av Rana setti ein mann í Kringvarpsstýrið í staðin fyri eina kvinnu, og hann er biðin um at rætta lógarbrotið
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur brotið javnstøðulógina, sigur Javnstøðunevndin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2022 - 09:35

Jenis av Rana, landsstýrismaður, breyt javnstøðulógina, tá hann setti ein mann í Kringvarpsstýrið í staðin fyri eina kvinnu, so nú eru fimm menn og tvær kvinnur í stýrinum.

Sambært javnstøðulógini skulu vera trý av øðrum kyninum og fýra av hinum kyninum í stýrinum.

Landsstýrismaðurin er biðin um at fáa lógarbrotið rættað innan tvær vikur frá 6. september.

Tað sigur Javnstøðunevndin í skrivi til løgmann um ummælið, sum hann fekk frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum um avgerðina hjá Jenisi av Rana at seta Símun Jóannesarson Hansen sum formann í kringvarpsstýrinum, tá Elin Winther Poulsen segði seg frá sum forkvinna.

Jenisi av Rana, landsstýrismaður, vil ikki gera samrøðu um málið. 

Hann skrivar í einari viðmerking, at ráðgevar hansara eru ikki samdir við niðurstøðuna hjá Javnstøðunevndini, og at talan er um eina ósemju, sum er um at verða loyst.
 

Landsstýrismaðurin í mentamálum setti Símun Jóannesarson Hansen sum formann í Kringvarpsstýrinum, tá Elin Winther Poulsen legði frá sær sum forkvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585