Joe Biden: Vit hava bast koronu

Joe Biden: Vit hava bast koronu
Viðmerkingin frá forsetanum kemur samstundis, sum umsitingin hjá honum vil hava milliardir, m.a. til koppseting fyri koronu í heyst
Joe Biden, forseti, sigur, at koronufarsóttin í USA er av.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.09.2022 - 08:26

Amerikanski forsetin Joe Biden sigur í samrøðu, at koronufarsóttin er av í USA.

Nærum eingi smittuverjutiltøk eru eftir í landinum, og fólk ferðast aftur á sama stigi, sum tey gjørdu fyri farsóttina.

- Farsóttin er av. Vit hava framvegis trupulleikar av covid og gera framvegis nógv í sambandi við tað, men farsóttin er av, staðfestir Biden í samrøðu við CBS, skrivar NTB.

 

Umsitingin vil hava meira pening

Viðmerkingin hjá forsetanum kemur bara fáar eftir, at umisitingin hjá honum heitti á Kongressina um at játta fleiri milliardir dollarar aftrat til kanningararbeiði og koppsetingar fyri at fyribyrgja møguligari smittubylgju í heyst og í vetur.

Í miðal doyggja framvegis 390 fólk av koronu í USA um dagin.

Myndugleikarnir góðkendu fyri stuttum tvey dagførd koppingarevni, sum eru lagað til omikron-frábrigdið, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628