Skattaprosentið í Havn verður óbroytt

Skattaprosentið í Havn verður óbroytt
Fíggjarætlanin fyri 2023 verður løgd fyri býráðið í dag, og fyrsta viðgerð verður 27. oktober
Tórshavnar kommunan skyldar 242 mió.kr., nógv tað mesta eigur Tórshavnar havn, 233 mió. kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2022 - 08:38

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður eisini 19 næsta ár. Og barnafrádrátturin verður tann sami sum í ár, 8.000 kr.

Uppskotið um fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu fyri 2023 verður lagt fyri býráðið í dag.

Fíggjarnevndin skal sambært kommunustýrislógini leggja uppskot til fíggjarætlan fyri býráðið í seinasta lagi 1.oktober.

Býráðið skal síðani viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fyrra viðgerðin verður 27.oktober, og seinna viðgerðin verður 24.november.

 

Úrslitið fyri rentur er 235 mió. kr.

Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1.desember.

Í uppskotinum, sum verður lagt fram í dag, er úrslitið fyri rentur 235 mió.kr. Úrslitið fyri avdráttir og íløgur er slakar 230 mió.kr.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 193 mió.kr.

Kommunan skyldar 242 mió.kr., nógv tað mesta eigur Tórshavnar havn, 233 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652