Høgni Mohr: "Eingin kann bestemma, hvat jeg skrivi"

Høgni Mohr: "Eingin kann bestemma, hvat jeg skrivi"
"Jan Allan Müller og jeg fara at hálsfevnast aftur," staðfestir Høgni Mohr, rithøvundur, ið hevur skrivað eina æviskaldsøgu um sín vinmann, ið vinmaðurin tekur frástøðu frá
Høgni Mohr, rithøvundur, er av álvara komin í brennidepilin við sínari nýggjastu bók "Saga Jam", sum er ein æviskaldsøga um hansara góða vin, Jan Allan Müller. Høvuðspersónurin tekur alment frástøðu frá bókini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2022 - 00:12

Nýggja bókin "Saga JAM" hjá Høgna Mohr hevur fingið brimið at bróta í føroyska dunnuhylinum.

Bókin, sum rithøvundurin sjálvir lýsir sum eina æviskaldsøga, er um gamla vinmann hansara, Jan Allan Müller, sum longu hevur sent út tíðindaskriv, har hann tekur frástøðu frá bókini og sigur seg í fleiri umførum hava biðið Høgna Mohr um ikki at geva bókina út. 

"Saga JAM" er um rokaliga lívið hjá Jan Allan Müller, fótbóltsspælara og vinnulívsmann, søgd í smálutum út frá samrøðum við Jan Allan Müller. Heilt frá barndómi, til Jan Allan Müller verður dømdur fyri fíggjarsvik.

Men samstundis sigur høvundurin, at hetta er ein skaldslig bók.

Ingi Rasmussen, journalistur, hevur hitt Høgna Mohr, rithøvund. 

 

Jeg eri rithøvundur

Ingi Rasmussen spurdi millum annað Høgna Mohr. 

Hví hevur tú skrivað hesa bókina?

"Jeg havi skrivað bókina, tí jeg eri rithøvundur."

Útlevera tú ikki lívið hjá einum vinmanni?

"Tað einasta, sum jeg ynski við mínum skaldskapi, er at taka brotstykkir - ella byggisteinar - úr veruleikanum og at pallseta teir sum eitt slag av poesi og vónandi sum list, sum er leyst av tí, ið bindur okkum niður til jørðina - tað sum jeg kalli fyri sosialt atlit, sum eru komin út á prenti í Føroyum."

Jan Allan Müller hevur sjálvur sagt, at hann fyri tveimum árum síðani hevur sagt við teg, at hann ikki vildi hava, at hendan bókin bleiv skrivað. Hví so kortini?

"Jeg havi onga viðmerking til tað, sum tú siterar Jan Allan Müller fyri. Men jeg havi skrivað eina bók, sum er mín egna bók, og tað hevur ikki nakað við nakran annan persón at gera. Og eingin kann bestemma, hvat jeg skrivi ella lati vera við at skriva."

Ofrar tú ikki tykkara vinalag, fyri at skriva hasa bókina?

"Min støða til Jan Allan Müller er óbroytt."

Har er ein ógvuliga kend video at finna á youtube. Har tú sjálvur, Jan Allan og ein triði vinmaður í fegnast í ovfarakæti, tá ið Føroya vinna á Eysturríki. Tit hálsfevnast og bróta lampuna undir loftinum, tá ið Torkil Nielsen skorar. Væntar tú, at tit nakrantíð fara at hálsfevnast aftur, eftir hesa bókina?

"Ja."

 

HOYR ALLA SAMRØÐUNA VIÐ HØGNA MOHR, RITHØVUND, HER: 

Hogni_Mohr_29092022

 

Æviskaldsøgan finst ikki

Lydia Didriksen, bókmentafrøðingur, sum hevur skrivað ritgerð um autofiktión, sum snýr seg um at blanda fakta og fiktión, heldur, at Høgni Mohr setir seg millum tveir stólar bókmentaliga.

"Tað stendur ikki á bókini, hvat slag av bók hetta er, men í tí, sum er sent út um bókina, so verður tað sagt, at "Saga JAM" er ein æviskaldsøga. Men tað er einki, sum eitur ein æviskaldsøga. Antin er tað ein ævisøga, ella er tað ein skaldsøga. Ævisøgan er forpliktað upp á sannleikan, og tað, sum mann skrivar í einari ævisøgu, skal vera satt. Meðan skaldsøgan er fiktivt, íspunnið, og sum yvirhøvur ikki er forpliktað upp á sannleikan. So tá Høgni Mohr setir seg har [millum tvær bókmentaligar sjangrur], so fær hann frælsi egentliga til at gera sum hann vil við faktiskt tilfar."

Lydia Didriksen skilir eisini millum Jan Allan Müller í bókini, og tann veruliga Jan Allan Müller. 

"Eg vil siga tað, at  Jan Allan Müller í tekstinum er ikki tann sami sum tann, ið gongur ímillum okkum. Hann er ein fiktivur persónur, ein søgufigurur, í einum søguheimi. Men tann [Jan Allan Müller], sum hann [Høgni Mohr] skrivar út frá, hann stendur í einum fólkayvirliti í onkrum býi í Danmark og gongur á tveimum beinum. Men teir hava egentliga einki við hvønn annan at gera."

 

HOYR ALLA SAMRØÐUNA VIÐ LYDIU DIDRIKSEN, BÓKMENTAFRØÐING:

Lydia_Didriksen_i_Ljoarinum_29092022

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964