Fleiri ymiskar grønar hitaloysnir í Havn

Fleiri ymiskar grønar hitaloysnir í Havn
Eitt hitaatlas er gjørt, sum vísir, hvussu Tórshavnar kommuna kann hitast upp, tá ið oljufýringarnar verða skiftar
Í summum býarpørtum verður fjarhitin útbygdur, í øðrum førum kann luft-til-vatn-hitapumpa vera besta loysnin, aðrastaðni er jarðhiti tað besta. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.10.2022 - 15:43

Fólk í Havn fáa nú eitt ítøkiligt boð frá kommununi uppá, hvussu býlingarnir kunnu hitast við grønari orkuloysn. 

Samstundis fáa tey eisini eina fakliga meting um, hvørjar hitaloysnir hóska best til ymsu økini, sigur Tórshavnar kommuna. 

Í summum býarpørtum verður fjarhitin útbygdur, í øðrum førum kann luft-til-vatn-hitapumpa vera besta loysnin, aðrastaðni er jarðhiti tað besta. 

Og í fleiri førum eiga felagsloysnir - nærhitaloysnir - at verða umhugsaðar.

 

Hitaatlas

Alt hetta kemur fram í einum hitaatlassi, sum er eitt savn av kortum og ein orðað ætlan fyri, hvussu eitt bygt øki sum Tórshavnar kommuna kann hitast upp, tá ið oljufýringarnar verða skiftar.

Tað er ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan SMJ, sum ger hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu. 

- Bakstøðið fyri at gera eitt slíkt hitaatlas er, at næstu átta árini skulu 5.000 hús og bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hitakeldu.

 

SMJ hevur gjørt hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010