Karstin Joensen er nýggjur formaður í NSÍ

Karstin Joensen er nýggjur formaður í NSÍ
Nýggj NSÍ-nevnd skal endurreisa falna fótbóltsfelagnum á Skálafjørðinum
Nýggja NSÍ-nevndin frá vinstru: Oddvør Jacobsen, eykalimur, Bárður Højgaard, skrivari, Annika Due Jacobsen, peningarøkil, Karstin Joensen, formaður, Andrias Lamhauge, næstformaður, Tanja Huneck, nevndarlimur, og Dan Lamhauge, eykalimur
 
27.10.2022 - 01:12

Falna fótbóltsfelagið á eystara armi á Skálafjørðinum, NSÍ, sum flutti niður í næstbestu deildina eftir 26 ár í bestu deildini, hevði í gjárkvøldið eykaaðalfund í hølum felagsins. 

Sambært NSÍ-heimasíðuni var áhugin fyri eykaaðalfundinum stórur, og uppmøtingin var óvanliga góð. 

Bara eitt mál var á skánni, og tað var val av starvsnevnd. 

 

Stillaðu upp sum samlað nevnd

Sonni L. Petersen varð valdur fundarstjóri, og byrjaði hann við at lesa eitt skriv frá fráfarandi nevndini upp.

Har varð almennakunngjørt, at øll í nevndini løgdu frá sær, og síðani vístu tey á ein bólk av fólkum, ið stillaði upp sum ein samlað eind.

Einki mótboð var, og tók aðalfundurin einmælt undir við valinum.

Nýggja nevndin skipaði seg beinanvegin:

Karstin Joensen, formaður
Andrias Lamhauge, næstformaður
Annika Due Jacobsen, peningarøkil
Bárður Højgaard, skrivari
Tanja Huneck, nevndarlimur
Dan Lamhauge og Oddvør Jacobsen eru valdir eykalimir.

 

Mugu standa saman

Eftir nevndarvalið tók nýggi formaðurin í NSÍ orðið.

Karstin Joensen vísti á, at tað ongantíð áður hevur verið so stórur tørvur á at standa saman.

Tí fegnaðist nýggi NSÍ-formaðurin um, at allir limirnir í nevndini, sum júst hevur lagt frá sær, hava játtað seg til at átaka sær ymiskar uppgávur í arbeiðsbólkum, sum verða skipaðir undir nýggju starvsnevndini. 

Millum annað verður farið undir at endurbyggja sterka ungdómsarbeiðið í NSÍ, sum hevur verið fyri vanbýti seinnu árini. Í løtuni hevur NSÍ ongan U19-landsliðsleikara við monnum, ei heldur nakran í U17. Ungdómsarbeiðið skal aftur á beint.

Nýggi NSÍ-formaðurin segði eisini, at nýggja starvsnevndin fer alt fyri eitt undir at fyrireika komandi kappingarár hjá felagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858