Myndir: Sambandsflokkurin størstur

bannari
Myndir: Sambandsflokkurin størstur
Sambandsflokkurin við Onnu Falkenberg á odda fekk 8.198 atkvøður, sum svarar til 30,2 % av samlaða atkvøðutalinum.
Sambandskvinnur fegnast um framúr valið hjá flokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2022 - 23:26

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Sambandsflokkurin við Onnu Falkenberg á odda gjørdist størsti flokkur til fólkatingsvalið á hesum sinni. 

Anna Falkenberg, sum einans er 26 ára gomul, fekk flestar persónligar atkvøður fyri Sambandsflokkin. Í alt fekk Anna Falkenberg 2.973 atkvøður.


Anna Falkenberg er samstundis onnur kvinnan, sum nakrantíð er vald beinleiðis á Fólkating. Fyrsta kvinnan, sum varð vald á Fólkating, var Lisbeth L. Petersen í 2001. 

Anna er abbadóttir Edmund Joensen, sum í fleiri umførum er valdur á Fólkating.

Í 2015 fekk Edmund Joensen flest persónligar atkvøður, tá hann fekk 2.416 atkvøður.

Sostatt hevur abbadóttirin tikið metið frá abbanum við fleiri enn 500 persónligum atkvøðum. 

Og tað var eisini ein stórsligin løta, tá ið abbin kundi fegnast um góða valúrslitið hjá abbadóttrini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964