Kommunur eiga at skipa fyri felags orkuloysnum

Kommunur eiga at skipa fyri felags orkuloysnum
Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, mælir fólki til at kanna sítt egna nýtslumynstur, áðrenn avgerð verður tikin um grøna orkunýtslu
Bogi Bech Jensen er professari í orkuverkfrøði og stjóri í Ørsted.
 
03.11.2022 - 13:21

Metnógv húsarhald hava skift til grønar orkuloysnir í ár, men hvat er besta loysnin?

Stór orkuráðstevna er í Norðurlandahúsinum undir heitinum Ósvart. 

Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði og stjóri í donsku orkufyritøkuni Ørsted, mælir fólki til fyrst og fremst at hyggja at sínum egna nýtslumynstri, áðrenn avgerð verður tikin um, hvat slag av grønari orkunýtslu skal koma í staðin fyri oljufýringina:

 

03112022_Bogi_1

 

Jarðhiti er væl umtókt orkukelda.


Professarin í orkuverkfrøði heldur, at kommunurnar áttu at skipað fyri einari felags orkuskipan fyri sítt øki í staðin fyri, at húsarhaldini fáa sær ymsar orkuloysnir:

 

03112022_Bogi_2

 

Orkuráðstevnan í Norðurlandahúsinum er almenn og ókeypis, og møguleiki er hjá øllum at bíleggja prát við veitarar av orkuloysnum.

Ráðstevnan verður til klokkan 20.30 í kvøld, og hon heldur fram í morgin klokkan 9.00.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652