Rokniamboð skal hjálpa fyritøkum at minka CO2-útlátið

Rokniamboð skal hjálpa fyritøkum at minka CO2-útlátið
Umhvørvisstovan og Burðardygt Vinnulív eru farin undir átak
Endamálið við CO2-rokniamboðnum er at hjálpa fyritøkum at rokna út og síðani minka sítt CO2-útlát.
 
17.11.2022 - 15:01

Umhvørvisstovan og stovnandi limirnir í Burðardyggum Vinnulívi hava skipað samstarv um at gera tað lættari hjá fyritøkum í Føroyum at seta sær mál og minka um sítt CO2-útlát.

Tær tólv stovnandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

Johannes Jensen er nevndarformaður í Burðardyggum Vinnulívi.

Í desember er ætlanin at geva út eitt CO2-rokniamboð, sum verður tøkt á heimasíðuni hjá Umhørvisstovuni. Rokniamboðið verður ókeypis og frítt hjá øllum at brúka.

Endamálið við CO2-rokniamboðnum er at hjálpa fyritøkum við at rokna út og síðani minka sítt CO2-útlát.

Hetta verður gjørt fyri at ganga vísindaligum metingum á møti um at minka CO2-útlátið niður í helvt í 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585