Spískamarið: Arvalæran er avgerandi fyri góða smakkin

Spískamarið: Arvalæran er avgerandi fyri góða smakkin
"Tað góða kjøtið kemur ikki av sær sjálvum. Bæði arvalæra og lendi, har seyðurin gongur, hava nógv at siga fyri smakkin," sigur Jan Thomsen, røktingarmaður í Norðurhelvt
Jan Thomsen er røktingarmaður í Norðurhelvt, og hann veit bæði eitt og annað um seyð og seyðahald.
 
18.11.2022 - 10:30

Tað er oktober, og fjøllini vera gingin.

Gutti er farin á rættina á Eiði at taka móti eiðismonnum, sum hava verið á fjalli. 

Norðurhelvt, sum hagin eitur, er norðari partur av Slættaratindi, ið er hægsta fjall í Føroyum. 

Spískamarið seyðahald Seyður Fletting á fjall

Caption: 
Hagin er 12 merkur við góðum 175 áseyðum. 12 eigarar eru av haganum.

 

Hagin Norðurhelvt røkkur heilt til Eiðiskoll, norðan fyri bygdina. Gráfelli er mark, so hagin røkkur heilt úr fjøruni og upp í 857 metra hædd.

 

Eitt stórt arbeiði

Ein dag sum í dag eru nógv fólk møtt, tí upptakið er stórt, og øll mugu hjálpa til.  

Spískamarið seyður á fjall fletting

Caption: 
Ungur nemur, gamal fremur. Til slíkan fjalldag eru børn sum vaksin við.

 

Seyðurin skal býtast og vigast, ærnar skulu út, og sleppingarlombini skulu hava heilivág.

Spískamarið á eiði seyðahald

Caption: 
Arbeiðið má fyriskipast væl, tí tað gongur skjótt fyri seg.

 

 

Arvalæran er avgerandi fyri smakkin

Jan Thomsen er røktingarmaður.

Hann hevur drúgvar royndir og er tiltikin fyri sína vitan um bæði seyð og seyðahald. 

Jan Thomsen røktingarmaður Eiði norðurhelvt

Caption: 
Jan Thomsen veit bæði eitt og annað um seyð og seyðahald.

 

Sambært Jan Thomsen, er tað týdningarmikið at hyggja at arvalæruni, tí hon sigur nógv um seyðin.

"Eg gangi ikki so høgt upp í ullina. Tað er kjøtið, ið er tað mest umráðandi," staðfestir Jan Thomsen avgjørdur.

Spískamarið seyður í rættinum seyðahald

Caption: 
Gamalt var, at tú skalt meta seyðin við hondunum og ikki við eygunum, sigur Jan Thomsen. Og serliga er tað mjóryggurin, sum metast skal um.

 

Reytt gull

Flettingin tekur eisini sína tíð, tí um hundrað seyðir skulu flettast.

Tað er ein fragd at síggja úrslitið av stríðnum hanga í hjallinum. 

Litirnir á krovunum geva ábendingar um smakkin. 

Krov við reyðum liti Spískamarið

Caption: 
Tann reyði liturin gevur ábendingar um gott kjøt, sigur Jan Thomsen.

 

Jan Thomsen sigur, at tað eru serliga trý viðurskifti, sum eru týdningarmikil, um kjøtið skal smakka væl. 

Arvafrøðin hjá seyðinum, hvar seyðurin hevur gingið, og ikki minst umstøðurnar, sum kjøtið hongur í. 

 

Meksikanskt avroð

Gutti er ikki ørindaleysur á síni vitjan á Eiði, tí hann hevur í huga at gera bitar at gloypa úr avroði. 

"Chili con slambur", "Nossanuggets", "Lambshjartatakos" og "Hotdogs við innvølum", kallar Gutti sermerktu rættirnar. 

Hetta er tað, ið er á matskránni í síðsta parti av Spískamarinum á hesum sinni.

Tað er sonn matgleði!

Tú kanst síggja hesa og aðrar Spískamarsendingar HER.

spiskamarid4

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585