Ikki meiriluti at broyta valrættin hjá føroyingum í Grønlandi

Ikki meiriluti at broyta valrættin hjá føroyingum í Grønlandi
Flokkarnir ílandstinginum eru ymiskir á máli um krøv til valrætt hjá føroyingum og dønum, sum flyta til Grønlands.
Siumut heldur, at tað er upp á tíðina at broyta skipanina soleiðis, at føroyingar og danir skulu hava búð í Grønlandi í minst tvey ár, áðrenn teir fáa valrætt og rætt til at stilla upp. (Savnsmynd: Sermitsiaq)
 
23.11.2022 - 18:15

Grønlendska landstingið hevur kjakast um valrætt hjá føroyingum og dønum í Grønlandi, eftir at Doris J. Jensen, landstingskvinna, setti landsstýrinum ein fyrispurning um støðuna.

Flokkarnir í Grønlandi eru ymiskir á máli, tá tað snýr seg um krøv til valrætt hjá føroyingum og dønum, sum flyta til Grønlands.

Í løtuni eru reglurnar tær, at ein føroyingur ella dani skal hava havt fastan bústað í Grønlandi í seks mánaðir fyri at kunna velja á landstingsvali.

Siumut heldur, at tað er upp á tíðina at broyta skipanina soleiðis, at føroyingar og danir skulu hava búð í Grønlandi í minst tvey ár, áðrenn teir fáa valrætt og rætt til at stilla upp.

Kuno Fencker, sum var talsfólk hjá Siumut, legði afturat at hann ikki helt tað vera neyðugt at tosa við danskar ella føroyskar politikarar, áðrenn ein slík broyting kundi fremjast í landstinginum.

 

Ikki broytast nú

IA helt ikki, at valskipanin fyri føroyingar og danir í Grønlandi skuldi broytast nú. Harald Bianco úr IA helt, at ein arbeiðsbólkur, sum í løtuni arbeiðir við einum áliti um grønlendsku valskipanina, skuldi fáa loyvi at gera seg lidnan, áðrenn nakað verður gjørt við málið.

Demokraatit helt, at verandi skipan við føstum bústaðir í seks mánaðir, var í lagi.

 

Ikki meiriluti

Atassut helt heldur ikki, at valskipanin skal broytast nú samanborið við valrættin hjá hinum borgarunum í ríkisfelagsskapinum.

Út frá tí, sum kom fram í orðaskiftinum í landstinginum, sær ikki út til, at tað í løtuni er meiriluti fyri at broyta valskipanina fyri føroyingar og danir í Grønlandi beint nú.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858