Viðareiðis kommuna 7,5 mió. kr. í halli næsta ár

Viðareiðis kommuna 7,5 mió. kr. í halli næsta ár
Kommunan hevur kortini so mikið av tøkum pengini, at tað fíggjar hallið
Skattainntøkurnar í Viðareiðis kommunu næsta ár verða mettar til18,9 milliónir kr., meðan rakstrarútreiðslurnar vera 16,8 milliónir.
 
24.11.2022 - 08:40

Fíggjarætlanin hjá Viðareiðis kommunu næsta ár hevur 7,5 milliónir kr. í halli.

Tað upplýsir kommunan, nú fíggjarætlanin fyri 2023 er endaliga samtykt. 

Sambært kommununi eru íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík millum orsøkirnar til vánaliga úrslitið. 

 

Fíggja hallið við tøkum peningi

Kommunan hevur kortini so mikið av tøkum pengini, at tað fíggjar hallið.

Mett verður, at skattainntøkurnar næsta ár verða 18,9 milliónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar vera 16,8 milliónir krónur. Samlaða rakstrarúrslitið verður tí 2,1 milliónir krónur. 

Íløgurnar næsta ár verða mettar til 7,9 milliónir krónur. 

Skattaprosentið næsta ár verður tað sama, 20,5 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.500 krónur upp í 8.000 krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858