Leita eftir lodnu í íslendskum sjógvi

Leita eftir lodnu í íslendskum sjógvi
Polar Ammassak hevur landað tríggjar ferðir, og fiskiskapurin hevur verið góður hjá teimum
Grønlendska uppsjóvarskipið, Polar Ammassak, hevur landað tríggjar ferðir, og nú eru tvey skip aftrat farin á lodnuveiðu.
Mynd: Fiskifréttir  
 
24.01.2023 - 08:50

Fimm skip fóru í gjár undir Ísland at leita eftir lodnu.

Tey eru tvey havrannsóknarskip og trý uppsjóvarskip.

Fiskiskipini byrja at leita eystanfyri, og rannsóknarskipini norðan fyri Ísland.

 

Fiskiskapurin byrjaður

Annars er lodnufiskiskapurin longu byrjaður.

Polar Ammassak hevur landað tríggjar ferðir. Fiskiskapurin hevur verið góður hjá teimum, og lodnan er góð. Sagt verður frá nógvari lodnu. 

Triðja lastin hjá Polar Ammassak var fryst. Hinar báðar fóru til mjøl og lýsi.

Nú eru tvey skip aftrat farin at fiska lodnu.

 

140.000 tons

Higartil er íslendska lodnukvotan bara sløk 140.000 tons í hesari veiðitíðini. Onnur lond, millum annað Føroyar, fáa sløk 80.000 tons at býta millum sín.

Fimm íslendsk skip fáa 10.500 tons í part.

Men væntandi verður kvotan broytt, tá leitingin nú er liðug síðst í januar.

Føroyska lodnukvotan er fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819