Ákærdur fyri stuldur frá búfólki og samlegu við barn

Ákærdur fyri stuldur frá búfólki og samlegu við barn
Maðurin játtar seg sekan í trimum ákærum og partvíst sekan í einari
Viðgerðin er ikki liðug enn, og rættarfundur verður aftur mikudagin 1. februar.
 
25.01.2023 - 09:48

Ein maður fyrst í tríatiárunum er ákærdur fyri at stjala frá tveimum búfólkum á einum ellis- og røktarheimi í Havn í 2019.

Maðurin er eisini ákærdur fyri í 2018 og 2019 at hava samlegu við barn undir 15 ár og fyri blúnisbrot. 

Rættarmálið byrjaði í Føroya rætti í gjár.

Talan er um tilsamans fýra mál. Maðurin játtar seg sekan í trimum ákærum og partvíst sekan í einari. 

 

Keypti á netinum

Í tveimum førum er maðurin ákærdur fyri at taka visakort og fartelefon hjá búfólkum á einum ellis- og røktarheimi í Havn, har hann arbeiddi. Talan er um tvey búfólk.

Hetta skal vera hent í september og oktober í 2019. Í 12 førum hevur maðurin tikið visakort og fartelefon, meðan búfólkið svav, og síðani at keypa á netinum. Eftir keypið vóru visakort og telefon borin búfólkinum aftur.

Samlað er talan um keyp fyri 9.670 kr. Maðurin játtar seg sekan, og hann greiddi frá í rættinum, at hann hevði rindað peningin aftur.

 

Samlega og blúnisbrot

Maðurin er eisini ákærdur fyri í 2018 og 2019 í sjey førum at hava havt samlegu við gentu, sum tá var 13-14 ára gomul. Hetta skal vera hent í íbúðini og í bilinum hjá ákærda. Maðurin játtar seg partvíst sekan.

Í fjórða og seinasta málinum er maðurin ákærdur fyri blúnisbrot. Blúnisbrotið skal vera framt ímóti somu gentu, sum tá var 13-14 ára gomul. Ákærdi skal hava sent eitt sjónband á sosiala miðlinum Snapchat. 

 

Viðgerðin heldur fram

Viðgerðin er ikki liðug enn, og rættarfundur verður aftur mikudagin 1. februar.

Ákæruvaldið krevur fongulsrevsing, og at maðurin missir rættin at arbeiða við fólki, sum hava brúk fyri røkt.

Gentan, sum nú er 18 ára gomul, krevur endurgjald upp á 100.000 kr.

Verjin hjá tí ákærda krevur sekt upp á í mesta lagi 15.000 kr., um maðurin verður dømdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672