Seta ein próst aftrat

Seta ein próst aftrat
Nýggi dómprósturin skal m.a. hava eftirlit við kirkjubókum, starvsfólkarøkt og strategisk mál hjá fólkakirkjuni
Umsitingarligu uppgávurnar hjá dómpróstinum eru vorðnar størri, og nú er ætlanin at seta ein dómpróst aftrat.
 
25.01.2023 - 08:58

Ein próstur skal setast aftrat.

Heimasíðan hjá fólkakirkjuni upplýsir, at leingi hevur verið arbeitt við at gera broytingar í umsitingini hjá fólkakirkjuni.

Umsitingarligu uppgávurnar eru vorðnar meiri umfatandi, serliga í dómpróstaembætinum, sum umframt at umsita tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar fyri fólkakirkjuna, hevur havt embætisuppgávur.

Nú er avgjørt, at hesar uppgávur skulu býtast í eina fíggjarsúlu og eina embætissúlu.

Dómprósturin varðveitir tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar, kirkjusýn og bókaforlagið hjá fólkakirkjuni.

Ein nýggjur próstur skal setast at hava embætisuppgávur, millum annað eftirlit við kirkjubókum, starvsfólkarøkt og strategisk mál hjá fólkakirkjuni.

Dómprósturin og dómpróstafulltrúin, sum nú eru í prestagarðinum í Essalag, flyta í Biskupsgarðin í J. Paturssonargøtu seinni í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585