Bakkafrost boðað keypsskálanum frá nýggju tøkugjøldunum

13.03.2023 - 08:42
AktueltPolitikkur
Bakkafrost boðað keypsskálanum frá nýggju tøkugjøldunum
Landsstýrið ætlar, at gjøldini skulu koma í gildi 1. august
Uppskotið um tøkugjaldið er nú til hoyringar til 16.mars. Ætlaða broytingin skal koma í gildi 1.august. (Savnsmynd)
 

Bakkafrost hevur boðað partaeigarunum frá uppskotinum hjá landsstýrinum um tøkugjald.

Í fráboðan til keypsskálan sigur Bakkafrost, at felagið 30.september í fjør boðaði frá møguligum broytingum í tøkugjaldinum. Tað var fyri valið í desember.

Uppskotið um tøkugjaldið er nú til hoyringar til 16.mars. Ætlaða broytingin skal koma í gildi 1.august.

Bakkafrost sigur eisini, at andstøðan í løgtinginum, hevur lagt fram aftur sítt uppskot um tøkugjald.

Hetta er uppskotið, sum andstøðan, sum tá var samgonga, legði fram í september í fjør, og sum Bakkafrost boðaði frá í tíðindaskrivinum 30.september.

Men tað uppskotið datt burtur, tá boðað var frá løgtingsvali.

Í fráboðanini til keypsskálan sigur Bakkafrost, hvørji gjøldini eru í uppskotinum hjá landsstýrinum. 

Grundreglan er tann sama sum í uppskotinum hjá undanfarnu samgongu, sigur Bakkafrost.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. juni
Einbúgvin av Viðareiði (1:2)
133159
Mánadag 5. juni
Norðurljóð 5.juni 2023
157953
Mánadag 5. juni
Danismur í Málteiginum
157934
Mánadag 5. juni
Góðan morgun Føroyar 05.06.2023
157933
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 6:6
157715
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Summarsál 1:6
157905
Leygardag 3. juni
Video: 5mf kvinnur, Norðoyastevna
157898