- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endalig avgerð um vikuskiftisfótbóltin kemur í morgin
16.03.2023 - 12:30
Ítróttur›Fótbóltur
Endalig avgerð um vikuskiftisfótbóltin kemur í morgin
Enn er ógreitt, um nakar Betri-deildarfótbóltur verður um vikuskiftið. Liggjandi kavin órógvar illa, og tí hevur Fótbóltssambandið útsett endaligu avgerðina til í morgin

Kavin liggur framvegis kring landið, og óvissa valdar um vikuskiftisfótbóltin
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Endalig avgerð um vikuskiftisfótbóltin kemur ikki fyrrenn í morgin. Tað hevur Fótbóltssambandið boðað feløgunum frá, skrivar portal.fo.
Liggjandi kavin elvdi til, at 2. umfari av Betri-deildini við monnum og 1. umfar av Betri-deildini við kvinnum varð útsett, og tað er ikki greitt enn, um fótbóltur verður um vikuskiftið.
Sambært portalinum, hevur FSF gjørt av at útseta dystirnar í næstbestu mansdeildini, sum skuldu spælast í annaðkvøld.
Dystirnir, B68-KÍ, EB/Streymur-B36 og HB-Víkingur í bestu deildini við monnum eru allir á skránni leygardagin, men boðini eru, at feløgini mugu bíða til eitt gott samdøgur áðrenn dystin at finna útav, um spælast skal ella ikki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV