Ring flogferð til Billund

16.03.2023 - 11:29
AktueltSamfelag
Ring flogferð til Billund
Ferðafólkini hildu seg ikki vera nógv væl kunnað, men hesum vísir Atlantsflog aftur
Flogfarið hjá Atlansflogi royndi tvær ferðir at seta seg í Billund, men tað miseydnaðist, og flogfarið helt tí leiðina til Keypmannahavnar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Mánadagin 13.mars fleyg Atlantic Airways úr Vágum til floghavnina í Billund. 

Ódnarveður var í Billund, og tí fingu ferðafólkini at vita, at tað kundi vera ófriðarligt á  vera á túrinum. 

Vit hava tosað við fleiri ferðafólk, sum vóru við, og sum ikki vilja nevnast við navni. Sagt verður frá einum sera óbehagiligum túri, har fólk grótu, og onkur spýði.

Eftir tvær miseydnaðar royndir at seta seg á flogvøllinum í Billund, flugu tey til Keypmannahavnar, og lendu har.

 

Atlantic kúvendi

Komin til Keypmannahavnar fingu ferðafólkini at vita, at tey kundu fara á gistingarhús, og síðani verða flogin til Billund morgunin eftir. 

Tað dámdi ikki øllum ferðafólkunum. Tí kúvendi Atlantic og tók ta avgerð, at øll skuldu við bussi á miðari nátt til Billund, hóast tað frættist frá vánaligum veðri og vánaligum koyrilíkindum. 

Sum vit skilja á ferðafólkum, sum vóru við flogfarinum,  og sum vilja vera ónevnd, vistu flogternurnar ikki, hvussu tær skuldu leiðbeina, men bóru ymisk boð.

Heldur ikki var kunning at fáa á bráðlinjuni hjá Atlantic Airways. 

Vit hava frætt frá ferðafólki, at kunningin sum heild var vánalig, og í tveir tímar stóðu fólk og bíðaðu uttanfyri, til seinasti bussurin kom at koyra tey til Billund. 

 

Stjórnin harmast

Í Atlantic Airways kenna tey ikki til vánaligu handfaringina og siga, at tey eru hørm um at fólk ikki kenna seg nóg væl kunnað. Tey siga, at fleiri hava gjørt brúk av møguleikanum at fara á gistingarhús í Keypmannahavn hasa náttina.  

- Tað er okkara fremsta ábyrgd at kunna fólk í slíkum støðum, og tí harmar tað, at øll ikki hava kent seg kunnað, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470