Heimleys: Land og kommunur skulu finna eina loysn

17.03.2023 - 12:20
AktueltPolitikkur
Heimleys: Land og kommunur skulu finna eina loysn
Landið eigur ábyrgdina, men neyðugt er eisini at tosa við kommunurnar um tey heimleysu, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Land og kommunur skulu tosa saman um eina loysn til tey heimleysu.

Herbergini eru ikki ætlað til longri uppihald, sigur Sirið Stenberg, landstýriskvinna.

Landið eigur ábyrgd av teimum heimleysu, men neyðugt er eisini at tosa við kommunurnar um málið, tí hetta er ein samansettur trupulleiki, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17032023_Sirid_um_heimleys

 

Á fíggjarlógini í fjør vóru  fýra milliónir og 684.000 kr. settar av til Herbergið í Havn.

Á fíggarlógini á verða 700.000 kr. settar av aftrat.

Peningurin fara tó ikki til nýtt virksemi men er liður í at yvirtaka økið frá norska Frelsunarherinum, sum fíggjar meginpartin av føroysku herbergunum. Hendan yvirtøkan fer at taka tvey til trý ár afturat. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470