- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin staðfesti dómar um hassj-smugling

Eystari landsrættur staðfesti í gjár dómarnar, sum trý fólk fingu í Føroya rætti í juni fjør fyri at smugla 9,3 kilo av hassji til Føroya.
Ein 20 ára gomul kvinna fekk eitt ár og tríggjar mánaðir í fongsul, og tveir menn, annar 19 ár og hin 26 ár, fingu ávikavist hálvtannað ár og tvey ár.
Allir dómar eru treytaleysir.
Maðurin, sum fekk tvey ár, var royndarleyslatin, tá hassjið kom. Hann hevði hálvt ár eftir av einum gomlum dómi. Tað er lagt afturat dóminum, hann nú hevur fingið.
Dømd eftir rúsevnislógini
Ákæruvaldið vildi hava fólkini dømd eftir revsilógini, tí talan er um so nógv hassj.
Men dómsvaldið sigur, at markið millum revsilógina og rúsevnislógina er 10 kilo.
Fólkini eru dømd eftir rúsevnislógini.
Ákæruvaldið er nøgt við dómarnar, tí teir vóru sambært tí, sum ákæruvaldið kravdi.