- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlaaftran: Neyðugt er at broyta fólkaskúlan
17.03.2023 - 13:28
Aktuelt›Samfelag
Skúlaaftran: Neyðugt er at broyta fólkaskúlan
Serkøn fólk á økinum vóru í Breddanum fyrrapartin

Skúlin á Fløtum hevur eisini tilboð til børn, sum ikki megna vanligu skúlagongdina. (Savnsmynd)
- Vilja vit venda gongdini, har alt fleiri børn ikki megna vanliga skúlagongd. Neyðugt er við broytingum, hvussu vit skipa fólkaskúlan.
Tað søgdu Petur Lamhauge, námslektari í sernámsfrøði og útbúgvin lærari, Salua Manai, leiðari á Lopfjølini, sum er tilboð til børn við skúlaaftran, og Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur á Sernámi, tá tey vóru gestir í Breddanum fyrrapartin.
Salua Manai vísti á eina skipan á Skúlanum á Fløtum sum hon heldur er eitt gott tilboð til børn, ið ikki megna ta vanligu skúlagongdina.
Petur Lamhauge mælir til sonevndar Nest-flokkar, sum er ein skipan við smærri flokkum í fólkaskúlanum til børn, sum hava tørv á tí.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
17032023_Skulaaftran
Allur Breddin kann hoyrast her
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV