Stroymingartænastur rinda umleið 10 milliónir í mvg

17.03.2023 - 16:30
AktueltPolitikkur
Stroymingartænastur rinda umleið 10 milliónir í mvg
TAKS kannar í løtuni, hvussu tað ber til at fáa fleiri tænastuveitarar at lata seg MVG-skráseta í Føroyum
Ein leyslig útrokning frá 2020 vísir, at meirvirðisgjald fyri útlendska stroyming í Føroyum átti at givið í minsta lagi 14 milliónir krónur í landskassan. (Savnsmynd)
 

Sambært upplýsingum frá TAKS, rinda útlendskar fyritøkur millum níggju og 10 mió. kr. í landskassan árliga í meirvirðisgjaldi av tænastum sum heild.

Upphæddin veksur spakuliga, sigur TAKS.

Sostatt kemur, sum er, ein stórur partur av meirvirðisgjaldinum, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., í føroyska landskassan.

Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður, spurdi Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hvussu hon ætlar at virka fyri, at meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., kemur í føroyska landskassan.

 

Eiga at rinda minst 14 mió. kr. 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum svarar, at TAKS kannar í løtuni, hvussu tað ber til at fáa fleiri tænastuveitarar at lata seg MVG-skráseta í Føroyum.

Síðani vísir hon til tey tøl, sum eru tøk - millum annað at útlendskar fyritøkur rinda millum níggju og 10 mió. kr. í landskassan árliga í MVG av tænastum.

Hendan upphædd er tó í minna lagi, um allar útlendskar stroymingartænastur skuldu rinda meirvirðisgjald í Føroyum.

Ein leyslig útrokning frá 2020 vísti, at meirvirðisgjald fyri útlendska stroyming í Føroyum átti at givið í minsta lagi 14 milliónir krónur í landskassan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470