MEST 23 milliónir í avlopi

18.03.2023 - 10:36
AktueltVinna
MEST 23 milliónir í avlopi
Bæði søla og úrslit eru betri enn árið frammanundan, og MEST sigur talan vera um framgongd á øllum virkisøkjum.
MEST hevði framgongd á øllum virkisøkjum í fjør
 

Skipasmiðjan MEST hevði í fjør eitt avlop eftir skatt upp á slakar 23 milliónir krónur.

Bæði søla og úrslit eru betri enn árið frammanundan, og nettosølan hjá MEST samtakinum var 447 milliónir krónur.

Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum, skrivar MEST í tíðindaskrivi. 

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini upp á 121,3 milliónir krónur.

“Grøn tvíkylja” vakt ans
Ein avbjóðandi verkætlan í fjør var at byggja og handa eina 100 prosent el-drivna tvíkilju. Alt arbeiðið var gjørt í Føroyum. 

MEST hevur fingið nógvar royndir av hesi verkætlan, og hetta gevur áræði til at átaka sær framkomnar uppgávur frameftir. 

“Grøna tvíkyljan” hevur vakt ans uttanlands, og hevur hon fingið nógva umrøðu í altjóða fjølmiðlum.

Arbeiða við nýggjari turrdokk
MEST arbeiðir áhaldandi við at fáa nýggja og størri turrdokk, sum skal vera beint norðan fyri verandi turrdokk á Skála.

Dokkin verður 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp. 

Turrdokkin verður gjørd til nýggja ættarliðið av størri skipum í vinnuni, sum longu eru bygd og sum koma til landið komandi árini, tí verandi turrdokk er ov lítil at taka ímóti hesum skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470