Sakaris Stórá nýggjan film

18.03.2023 - 13:46
MentanLeiklist
Sakaris Stórá nýggjan film
Filmurin skal takast upp í Suðuroynni, og hevur altjóða heitið “The last Paradise on Earth”
 

Sakaris Stórá fer í vár undir upptøkurnar til sín næsta føroyska spælifilm.

Filmurin fylgir Kára, sum arbeiðir á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini.

Heimið hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði, tí sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni.

Fíggingin til filmin er frá filsmgrunninum hjá Mentamálaráðnum, Dansk Film Institut og Creative Europe Media, umframt 25 prosent í afturbering av pengum, sum verða brúktir í Føroyum.

Sakaris Stórá er kendur fyri spælifilmin “Dreymar við havið” frá 2017 og virðislønta stuttfilmin “Vetrarmorgun” frá 2013.

Kykmyndir framleiða filmin í samstarvi við Adomeit Film í Danmark, og hann verður eftir ætlan frumsýndur í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470