Sandavágs Talvfelag vann FM

18.03.2023 - 17:43
ÍtrótturAnnar ítróttur
Sandavágs Talvfelag vann FM
Eftir ein dramatiskan og spennandi endaspurt, har neyðugt var við umdysti, eydnaðist sandavágsmonnum at gerast føroyameistarar.
Sandavágsmenn høvdu munin á havnarmonnum, tá ið avtornaði
 

Sandavágs Talvfelag, sum hevði vunnið allar sínar níggju dystir í vetur, telvaði í finaludystinum ímóti Havnar Telvingarfelag, ið skuldi vinna 3-1 fyri at fáa umdyst.

Og tað var akkurát tað, sum havnarmenn megnaðu, tí teir vunnu 3-1 og fingu tryggjað sær umdyst ímóti sandavágsmonnum.

Men í umdystinum, sum var við kviktalvi, megnaði Sandavágs Talvfelag at vinna 3-1 og sostatt at fáa føroyameistaraheitið.


Seigir Egilstoft-brøður
Í umdystinum høvdu telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið, umframt fimm sekund fyri leikin.

Leingi sá út til, at Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vóru við yvirlutan á ovaru borðunum, men teir kláraðu ikki at syfta Egilsfoft-brøðrunum, sum báðir megnaðu at venda hóttandi tapti til sigurs.

Og tá ið Jón í Horni Nielsen á fjórða borði samstundis koppaði Luitjen Akslesson Apol, var sigurin tryggjaður.


Áttanda FM-heitið
Hetta er áttanda føroyameistaraheitið hjá Sandavágs Talvfelag í bestu deildini, og eru sandavágsmenn nú javnir við klaksvíkingar, sum leingi hava verið teir næstmest vinnandi.

Síðani 2011 hava Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnið eftir tørni - sandavágsmenn nú átta ferðir og havnarmenn fimm ferðir.

Nú klokkan 18.15 skipa tey í Sandavági fyri móttøku í Virkishúsinum, nú 1. lið bleiv føroyameistari og 2. lið vann næstbestu deildina og tí næsta vetur skal telva í bestu deildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470