Søkja skúlastjóra fyri tingmann

18.03.2023 - 17:46
MentanBørn
Søkja skúlastjóra fyri tingmann
Søkt verður nú eftir skúlastjóra til Sørvágs skúla, og er talan um eitt tíðaravmarkað starv.
Sørvágs skúli skal hava nýggjan skúlastjóra, fyribils í tvey ár
 

Verandi skúlastjóri, Jóhannis Joensen, er í farloyvi, so leingi hann situr á tingi, og tí skal avloysari finnast fyri hann.

Starvið skal setast tann 1. apríl og er í fyrsta umfari talan um eina tvey ára starvssetan, ið tó kann longjast.

Í Sørvágs skúla eru 168 næmingar í 1. til 10. flokk, íroknað  ein serflokk við 12 næmingum.

Har starvast 19 lærarar, tríggir námsfrøðingar, ein stuðul, heilsufrøðingur, kt-vørður, húsavørðir og reingerðarfólk.

Freistin at søkja er 31. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470