Taraalarar hittust í SALT

18.03.2023 - 13:39
AktueltVinna
Taraalarar hittust í SALT
Til umrøðu og viðgerð vóru møgulig árin av taraaling, fyri at kunna eyðmerkja avbjóðingar, áðrenn hesar verða ein trupulleiki.
Mynd: Fiskaaling  
 

Fyrr í vikuni var verkstova um taraaling í SALT á Tvøroyri, har viðgjørt og umrøtt varð, hvussu taraaling í Føroyum skal skipast, herundir hvussu myndugleikaviðgerðin virkar og hvørjir manglar eru.

Tað heilt serliga við verkstovuni var, at ymiskir aktørar vóru savnaðir at umrøða og viðgera møgulig árin av taraaling, fyri at kunna eyðmerkja avbjóðingar, áðrenn hesar verða ein trupulleiki.

Tað eru tvey tara-alifeløg í Føroyum, Ocean Rainforrest og TARI, og bæði feløg høvdu framløgur og vóru væl umboðað.

Eisini vóru framløgur frá Umhvørvimálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling og norska granskingarstovninum NIVA.

Eftir framløgurnar var eitt orðaskifti, har møguleikar og avbjóðingar í tara-alivinnuni vóru umrøddir.

Tað er Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari, og verkætlanin er fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum, Aarhus Universiteti og Fiskaaling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mars
Morgunlestur mikudagur 29. mars 2023
154417
Týsdag 28. mars
Ljóarin 28. mars 2023
154825
Týsdag 28. mars
Mono - Brasil
154824
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470