Viðgera stytta arbeiðsviku

19.03.2023 - 10:16
AktueltSamfelag
Viðgera stytta arbeiðsviku
Á fundi í Havn mikukvøldið verður stytta arbeiðsvikan til viðgerðar.
Magistarafelagið skipar mikukvøldið fyri fundi, ið skal viðgera styttu arbeiðsvikuna
Mynd: Niels Ahlmann Olesen/Ritzau Scanpix  
 

Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við at stytta arbeiðsvikuna? 
Og hvat halda politiska skipanin, vinna og fakfeløg um henda spurning?

Hesi viðurskifti verða viðgjørd á fundi, sum Magistarafelagið skipar fyri í Havn mikukvøldið.

Endamálið við tiltakinum er at geva luttakarunum innlit í, hvørjir fyrimunir og hvørjar avleiðingar eru við einari 37 tíma arbeiðsviku.

Eisini, hvørja ávirkan hetta kann hava á eitt nú strongd, sálarheilsu, javnstøðu og fíggjarviðurskifti.

Á fundinum vara eisini umboð fyri politisku skipanina, vinnuna og fakfeløg at skifta orð um at stytta arbeiðsvikuna.

Tiltakið verður í Reinsarínum í Havn mikukvøldið klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mars
Góðan morgun Føroyar 23.03.2023
154542
Hósdag 23. mars
Morgunlestur hósdagur 23. mars 2023
154363
Mikudag 22. mars
Ljóarin 22. mars 2023
154516
Mikudag 22. mars
Breddin: Flóttafólk
154489
Mikudag 22. mars
Góðan morgun Føroyar
154482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454
Sunnudag 19. mars
Møti úr Filadelfia í Gøtu
154340
Sunnudag 19. mars
Andakt við Árna Joensen
154308
Fríggjadag 17. mars
Veðrið
154274