- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja sleppa av við danskt pant

Danska lóggávan ásetur, at danskir framleiðarar kunnu uppkrevja danskt pant fyri tær vørur, sum teir marknaðarføra í Danmark.
Tí verða hesar vørur eisini útfluttar til Føroya við donskum panti, skrivar Info.
Skulu føroyskir innflytarar fáa danska pantið aftur, mugu teir senda tómu íløtini aftur til Danmarkar í heilum líki, hóast vit í Føroyum kunnu taka hond um tey.
Hetta gevur eina rúgvu av dýrum og dálkandi flutningi, sum føroyingar mugu rinda fyri.
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, og Sjúrður Skaael, fólkatingsmaður, hava havt fund við danska umhvørvismálaráðharran, Magnus Heunicke.
Har lovaði hann at arbeiða fyri eini lógarbroyting, so undantak kann fáast frá donskum panti á vørum, sum verða útfluttar til Føroyar.