- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farsóttarøkið verður yvirtikið á nýggjárinum
21.03.2023 - 09:05
Aktuelt›Politikkur
Farsóttarøkið verður yvirtikið á nýggjárinum
Í næstum fer Fólkaheilsustýrið eisini at gera farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá ið tørvur verður á tí

Heilsumálaráðið fer nú at fyrireika yvirtøkuna saman við Fólkaheilsustýrinum, og at gera eina avtalu við danskar myndugleikar um samstarv á økinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Løgtingið hevur við triðju viðgerð einmælt samtykt lógaruppskotini um at yvirtaka farsóttarøkið.
Tað merkir, at Føroyar formliga yvirtaka farsóttarøkið á nýggjárinum, tann 1. januar 2024.
Farsóttarøkið fevnir um øll viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.
Næsta stig verður, at Heilsumálaráðið fer at fyrireika yvirtøkuna saman við Fólkaheilsustýrinum, og at gera eina avtalu við danskar myndugleikar um samstarv á økinum.
Í næstum fer Fólkaheilsustýrið eisini undir at gera eina farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá ið tørvur verður á tí.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV