
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í hesum døgum verður undirhalds- og spurnakapping fyri børn tikin upp í KVF

Talan er um undirhalds- og spurnakappingina 'Hvør Veit?', sum fyrr hevur verið fyri vaksin, men hesa ferð eru tað børn, ið luttaka
Eini 500 børn úr øllum landinum vera við í sendingunum. 11 børn úr hvørjum liði luttaka í kappingunum, og restin eru áskoðarar.
Børnini eru sera spent, og tað er ein stór uppliving fyri tey at vera við.
Sendingarnar eru skipaðar sum kappingar, har børn kappast úti á gólvinum, skulu gita hvat er í kassanum, gita ja- og nei-spurningar og eisini fáa tey spurningar um fuglar, fiskar, blómur og djór í Føroyum.
Tað eru triðiflokkar, ið kappast ímóti hvørjum øðrum, og higartil hevur tað verið sera javnt millum liðini. So spenningurin er í hásæti, sum quizmastarin Kári Sólstein plagar at taka til.
Upptøkurnar hava gingið sera væl, nú komið er í helvt, og sendingarnar verða sendar í heyst.
Myndir: Bjarni Á. Rubeksen
Børnini stuttleika sær óført.
Kàri Sólstein, annar av dómarunum.
Børnini eta matpakka í forhøllini í Kringvarpinum.
Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, framleiðari av sendingini, í kontrollrúminum.
Tveir fittir luttakarar.
Næmingar úr hvør sínum skúla dystast. Kappingin er hørð.
Tróndur Vatnhamar, sum er dómari og vertur saman við Kára Sólstein.