- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flyta klokkuna ein tíma fram
25.03.2023 - 20:41
Aktuelt
Flyta klokkuna ein tíma fram
Í nátt klokkan eitt skulu vit flyta klokkuna ein tíma fram, so vit skifta frá vetrartíð til summartíð.

Klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast fram til klokkan tvey, so vit fara frá vetrartíð til summartíð
Mynd: NTB
Flytingin merkir, at í morginári rísur sólin ein tíma seinni, enn hon gjørdi í morgun, men afturfyri verður ljóst longri í annaðkvøld. Samtíðis missa vit eina tíma av svøvni…
Mest eru tað tær gomlu klokkurnar, ið skulu flytast ein tíma fram, tí teldurnar og flestu telefonir skifta av sær sjálvum frá vetrartíð til summartíð.
Verandi kunngerð um summartíð er galdandi fyri 2022 og 2023, so skulu vit aftur flyta klokkuna næsta ár, má lýsast nýggj kunngerð um tað.
Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna ein tíma fram ta seinastu sunnunáttina í mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV