Javnleik í fyrsta EM-dystinum

25.03.2023 - 10:35
ÍtrótturFótbóltur
Javnleik í fyrsta EM-dystinum
Manslandsliðið í fótbólti lá leingi til at vinna útidystin ímóti Moldova í gjárkvøldið, men tríggjar minuttir fyri tíð listu vit tvey stig.
 

Mads Bo Mikkelsen legði Føroyar á odda, tá lítil hálvur tími var farin, og tað var støðan, til Moldova í 87. minutti fekk brotsspark.

Ion Nicolaescu setti bóltin trygt í málið, og so var 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Hóast tað var nær við, at Føroyar fóru við øllum, so var javnleikur á eini góðari leið, tí liðini áttu hvør sín hálvleik á Stadionui Zimbru í Chisinau.

Hetta er fyrsti dysturin í nýggju EM-undankappingini, og bæði spælarar og venjarar tóktust nøgdir við at fáa stig á útivølli í fyrstu royndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. september
Morgunlestur leygardagur 23. september 2023
162927
Fríggjadag 22. september
Vikuskiftið 22 sept 2023
163195
Fríggjadag 22. september
RagnarRokk: Danny Hynes um New Clear Power
163174
Fríggjadag 22. september
Breddin: Hans Pauli Henryson og Ukraina
163161
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894