Spola tveir tímar aftur á beinleiðis stroyminum á KVF.fo

Um KVFTíðindi
Spola tveir tímar aftur á beinleiðis stroyminum á KVF.fo
Tað ber til at spola tveir tímar aftur á beinleiðis sjónvarpsstroyminum á KvF.fo, meðan sent verður
Trýst á "Spola"-funkuna fyri at fáa møguleikan at spola tveir tímar aftur á beinleiðis stroyminum á KVF.fo
 
03/27/2023 - 11:03

Kennir tú kensluna at vera ov sein/ur til Dag og viku og so noyðast at bíða eftir, at sendingin gerst tøk á heimasíðuni?

Tær nýtist ikki at bíða longur, tí tað ber nevniliga til at spola tveir tímar aftur á beinleiðis sjónvarpsstroyminum á KVF.fo, hóast sendingin er byrjað. 

Tað einasta, ið tú skalt gera, er at trýsta á "Spola"-funkuna, sum er broytt eitt sindur í mun til áður.  

Tá avspælarin við "spola"-funkuni er latin upp, so kanst tú hála runda sirkulin á tíðarlinjuni aftur hartil, tú ynskir at hyggja frá.

"NOT LIVE" merkir, at tú hevur spolað aftur á tíðarlinjuni, og at stroymurin sostatt ikki er "LIVE". 

Fyri at hyggja beinleiðis aftur, so skalt tú bara hála rundingin á tíðarlinjuni heilt framaftur til endan, soleiðis at "NOT LIVE"-skeltið skiftir aftur til "LIVE". 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. juni
Morgunlestur leygardagur 10. juni 2023
158013
Fríggjadag 9. juni
Vikuskiftið 9 juni 2023
158294
Fríggjadag 9. juni
Góðan morgun, Føroyar 9. juni 2023
158264
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. juni
Veðrið
158291
Mikudag 7. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 1:6
158141
Týsdag 6. juni
Veðrið
158130
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917

Um kvf css