Eingin semja um makrelin í ár

31.03.2023 - 11:24
AktueltVinna
Eingin semja um makrelin í ár
Dennis Holm, landsstýrismaður, fer nú at áseta endaligu makrelkvotuna fyri 2023
Heldur í ár eydnaðist strandarlondunum at semjast um makrelbýtið.
 

Makrelsamráðingarnar millum strandarlondini endaðu úrslitaleysar. 

Bretski formansskapurin hevði sett 31. mars sum freist fyri at fáa eina semju um makrelbýtið millum Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg, og eftir seinasta samráðingarumfarið í London hesa vikuna mátti partarnir ásanna, at tað ikki bar til at finna nakra semju um makrelin.

Nú fer Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins at áseta endaligu makrelkvotuna hjá Føroyum fyri 2023. Tað verður í seinasta lagi í mai mánaði.

Ætlanin er, at samráðingarnar millum strandarlondini verða tiknar upp aftur í London í september í ár.

Tær samráðingarnar verða fyri makrelbýtið í 2024 og næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858