Mette Frederiksen illa umtókt

31.03.2023 - 08:47
AktueltÚtheimurin
Mette Frederiksen illa umtókt
Fyri fyrstu ferð síðani 2019 vísir meiningakanning, at fleiri veljarar halda, at hon klárar seg illa
Undirtøkan hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, er minkað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Mette Frederiksen hevur fyrr verið væl umtókt sum danskur forsætisráðharri, men nú er myndin broytt.

Fyri fyrstu ferð, síðani hon gjørdist forsætisráðharri í 2019, vísa tøl frá meiningakanningarstovninum, Epinion, at tað nú eru fleiri veljarar, sum halda, at hon klárar seg illa enn væl.

Fyrr hevur tað altíð verið øvugt.

39 prosent halda, at hon klárar seg illa, meðan 32 prosent halda, at hon klárar seg væl.

Hetta er ein nýggjur veruleiki fyri forsætisráðharran. 

Serliga í koronutíðini var hon væl umtókt. Undirtøkan er minkað, og síðan hon skipaði stjórn saman við Vinstra og Moderatunum, hevur bara gingið aftur á hondina.

Somuleiðis er undirtøkan fyri flokki hennara, Javnaðarflokkinum, og stjórnini sum heild eisini fallin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. juni
Morgunlestur leygardagur 10. juni 2023
158013
Fríggjadag 9. juni
Vikuskiftið 9 juni 2023
158294
Fríggjadag 9. juni
Góðan morgun, Føroyar 9. juni 2023
158264
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. juni
Veðrið
158291
Mikudag 7. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 1:6
158141
Týsdag 6. juni
Veðrið
158130
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917