Ruth Vang: Neyðugt við beinharðari raðfesting

31.03.2023 - 13:47
AktueltPolitikkur
Ruth Vang: Neyðugt við beinharðari raðfesting
Fíggjarlógin fyri 2024 fer at vísa 153 milliónir í halli, um eingi tiltøk verða sett í verk
Ruth Vang, landsstýriskvinna, tá hon legði játtanarkarmarnar fram á tíðindafundi fyrrapartin.
Mynd: Finnur Justinussen  
 

153 milliónir krónur í halli á fíggjarlógini næsta ár. 

Tað er veruleikin, um eingi tiltøk verða sett í verk. 

Tað vísa játtanarkarmarnir fyri 2024, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram í dag. 

 

(Mynd: Finnur Justinussen)

 

Orsøkin til stóra munin á avlopinum í ár, sum er 144 milliónir krónur, og hallinum næsta ár upp á 153 milliónir krónur, er fyrst og fremst eingangsinntøkur, sigur landsstýriskvinnan. Og tað merkir, at okkurt má gerast fyri at tryggja yvirskot í framtíðini.

Ruth Vang sigur, at neyðugt er við beinharðari raðfesting:

 

31032023_Ruth_um_jattanarkarmar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858